Søkt verður eftir:
- 2 fysioterapeut í fast starv
- 1 ergoterapeut í fast starv
- 1 ergoterapeut – farloyvisstarv til tann 31/10-2024
til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS.
Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.
Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við einum fysioterapeuti, sum leiðara, einum ergoterapeuti og einum hjálparfólki.
Endamál
Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS:
- Verða møttir, har tey eru á lívsleið síni.
- Í mesta mun varðveita lívsgóðsku sína.
- Verða stimbrað likamliga, sálarliga og sosialt.
- Varðveita eini góð og innihaldsrík ellisár heima.
- Fáa neyðugu endurvenjing og endurmenning.
ARBEIÐSUPPGÁVUR:
- At veita terapeutiskar tænastur og ráðgeving til borgarar og starvsfelagar.
- At viðvirka til trivna og fakliga menning.
- At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi.
Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum, fært tú møguleika at seta dám á tilboðini, VEKS fer at bjóða borgarum sínum.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi.
FØRLEIKAKRØV:
- Prógv og góðkenning sum fysio- ella ergoterapeutur.
- Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
- KT- førleika á brúkarastøði.
- Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni
SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið verður at seta pr. 1. feb. 2024 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
UMSÓKN:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Terapeutur í VEKS”.
Umsóknarfreistin er hósdagin tann 25. jan 2024 klokkan 12.
Samrøður verða í viku 4-5 ella eftir nærri avtalu.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Saritu V. Vesturtún, leiðara tlf. 793244, ella við telduposti til veks@veks.fo.
VEKS ynskir at veita somu tænastur til sama tørv. VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóð hvør við aðra.
Meira kunning um VEKS sæst á heimasíðu okkara veks.fo