Góður tónleikur, gløgg, jólasøla, hugni og annað, sum hoyrir jólunum til. Nógv góð og hugnalig tiltøk eru í Vestmanna um jólini, so ikki er neyðugt at keða seg.
Í seinnu hálvu av november og allan desember er bygdin á tremur við hugnaligum tiltøkum, bæði fyri børn og vaksin.
Trø, bygningar og brýr í bygdini verða nú prýdd við glitrandi ljósum, so vit eru til reiðar at bjóða jólunum vælkomnum.
Vit tjóðstarta jólini í næstu viku við einari konsert við Stanley Samuelsen í jólaprýddu og hugnaligu Vektarbúðini. Fríggjadagin 21. november verður stóra jólatræið á Torginum tendrað, har Julius og Rógvi undirhalda saman við Bjarka Virgarson, barnakórinum og hornorkestrinum. Tá letur eisini ein jólakafe upp í Vektarbúðini.
Mangt er á skránni í jólavikunum – í øllum førum ber til at koma í jólahýr, um ein so er til tónleik ella bara vil hava eina friðarliga løtu undir einum lýsandi træi.
Eru onnur tiltøk í bygdini, sum skulu við í skránna, kanst tú skriva til vestmanna@vestmanna ella ringja á 770100.







