Í mai mánað í 2019 fór Vestmanna Kommuna undir eitt átak fyri at fáa hundaeigarar at taka upp eftir hundunum.
Tíanverri eru tað framvegis nógvir hundalortar at síggja. Vit vita sjálvsagt ikki um talan er um leysgangandi hundar ella um tað framvegis eru hundaeigarar, sum lata hundin gera av sær uttan at taka upp eftir teimum – vónandi er tað ikki so.
Enn einaferð vilja vit heita á hundaeigarar um at taka upp eftir hundum sínum – hundaposar fáast til keyps í flest øllum matvøruhandlum.
Tín hundur – tín lortur
Um leysgangandi hundar ella onnur djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 35 14 48. Løgreglan setir seg síðani í samband við aktingarmannin.