Tað er at skunda tær, tí nú nærkast til vælumtókta tónleikatiltakið Válan fer av bakkastokki leygarkvøldið 25. apríl.
Ljóðið av vári, vinum, bygdafólki og góðum tónleiki – alt upp á eitt kvøld!
Sum siður er, verða 10 konsertir við fimm tónleikabólkum og einstaklingum, sum hvør spæla tvær ferðir. Hetta gevur tær møguleika at náa runt og uppliva allar framførslurnar.
Aftur í ár verður Bakkavegur karmur um Válanina. Konsertirnar verða hildnar í kirkjuni, Vektarbúðini, Disvoy, Silkienni og á Staðnum.
Væl yvir helmingurin av atgongumerkjunum eru seld. Armbond, ið skulu vísast við inngongdirnar, fáast á kommunskrivstovuni í vikuni millum kl. 9 og 15 og leygardagin millum kl. 18 og 20.
Hevur tú ikki tryggjað tær atgongumerki enn, kanst tú keypa tey her. Eisini ber til at keypa atgongumerki á kommunuskrivstovuni í vikuni millum kl. 9 og 15, bæði við reiðum peningi og gjaldskorti.








