Hesar dagarnar er ein serligur dámur á Torginum. Stóru trøini, sum vanliga lýsa í mildum litum á jólum, lýsa nú gult og blátt.
Orsøkin er, at Torgið er í hondbóltshýri, nú hondbóltskvinnurnar hjá VÍF skulu spæla hálvfinalu um vikuskiftið. Fleiri av barnaliðunum í bygdini hava spælt seg í finalurnar, sum er næsta vikuskiftið, so Torgið lýsir sjálvandi gult og blátt alla næstu viku eisini.
Til ber at broyta litirnar í smáu perunum á trøunum við einari fjarstýring eftir høvi, og er ætlanin, at trøini skulu lýsa í myrku tíðini og annars tá tiltøk eru í bygdini.
Kommunan vónar sjálvandi, at gulu og bláu litirnir hesar dagar fara at bera hepni við sær, so bæði barnalið og kvinnulið spæla VÍF til sigurs.
Nýggi tilbygningurin
Tá seinna hálvfinalan hjá kvinnum verður spæld í Vestmanna sunnudagin, eru allir áskoðarar vælkomnir at síggja nýggja tilbygningin, sum er bygdur vestanfyri høllina, móti Gjógvará.
Hølið, sum er 80 fermetrar, fer at verða brúkt sum styrkirúm hjá VÍF. Venjingarútgerðin er ikki komin til landið enn, men verður væntandi VÍF í hendi í hesum mánaðinum.






