Nógv smærri arbeiðir verða gjørd í kommununi næstu tíðina.
Arbeiðini fevna m.a. um at skifta gomul rustaði rekkverk út við nýggj rekkverk úr rustfríum stáli, at stoypa trappur av nýggjum og rætta til, eins og aðrir snøklar verða stoyptir og asfalteraðir.
Fleiri hava sikkurt varnast, at nýtt rekkverk er sett upp við trappurnar niðan í ítróttahøllina og at arbeitt verður á Torginum í løtuni, har gamla, grøna hegnið, sum stóð framvið í brekkuni er tikið burtur. Í vikuni verður ístaðin nýtt rekkverk sett upp.
Trappurnar av Ovara Vegi oman í Heygatún eru stoyptar av nýggjum og í næstum verða trappurnar til gøturnar í Útibø eisini gjørdar. Snøklar verða asfalteraðir runt alla bygdina.
Arbeiðini kunnu órógva nakað í gerandisdegnum, og vit heita tí á øll um at vísa tolsemi og varsemi, ímeðan arbeiðini fara fram.
Fleiri størri arbeiðir í vegakervinum verða sett í gongd í vár.






