Árliga føstulávintshaldið við tunnusláttri, sum VÍF skipar fyri, verður í høllini føstulávintsmánadag 16. januar klokkan 16.00.
Eins og vanligt er, vera tunnur til ymsar aldursbólkar.
Steyp eru til grýlurnar, ið fáa tunnurnar niður, og øll børn fáa sunkist og okkurt søtt.
Kostnaður er 30 krónur fyri børn. Tað er ókeypis atgongd fyri vaksin.






