Uppskot um umskipan av gamla kirkjugarði er við hesum sent til almenna hoyring. Gjørt verður vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til vestmanna@vestmanna.fo.
Almennur borgarafundur var hóskvøldið 2. juni 2022, har møguliga ætlanin varð løgd fram og har borgarar sluppu til orðanna.
Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil. Vestmanna Bygdarráð hevur tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin, soleiðis at hann verður betur skipaður, snøggari, hugnaligari og fær fleiri gravpláss. Eftir eina møguliga umskipan, fer tørvurin á gravplássum at verða nøktaður í eini 20-25 ár fram í tíðina.
Ein slík verkætlan krevur varsemi og atlit, tí her eru okkara farnu løgd til hvíldar. Vit heittu tí á arkitektafyritøkuna EYA, um at gera eitt uppskot um, hvussu kirkjugarðurin kundi verði skipaður av nýggjum.
Á borgarafundinum hevði Eyðun Eliasen, arkitektur, framløgu um uppskotið, ið er ment í felag við Vestmanna bygdaráð.
Framløgan hjá EYA sæst niðanfyri.
Mynd frá Borgarafundinum 02. juni 2022