Vestmanna kommuna leitar eftir ágrýtnum og eldhugaðum leiðara til Ungdómshúsið STAÐIÐ.
Staðið er staðið, har ung hittast til mennandi og spennandi samveru og verkstøð í frítíðini. Staðið virkar sum ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, har karmarnir eru í hásæti til tónleik, list, spøl, handaligt virksemi og hugna annars.
Staðið hevur opið fyri 4.- 6. flokki tveir seinnapartar um vikuna og fyri 7. flokki upp í 17 ár fýra gerandiskvøld um vikuna, umframt nøkur leygarkvøld um árið.
Førleikar og royndir
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur námsfrøðiliga ella viðkomandi útbúgving. Tó verður størsti dentur lagdur á tín hugburð, áhuga og ágrýtni.
Leitað verður eftir einum skapandi og sjálvstøðugum leiðara, sum við eldhuga virkar fyri menningini og trivnaðinum hjá ungum í Vestmanna. Umráðandi er, at tú hevur nátúrligan myndugleika og trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi, sum til tíðir eisini umfatar vikuskiftini. Tað er umráðandi, at tú ert blíð/ur og fyrikomandi í samskiftinum við ung og dugir at leiða starvsfólkahópin.
Starvið
Leiðarin fyrireikar og leggur dagarnar til rættis. Sum leiðari hevur tú dagliga samskiftið við tey ungu og myndar húsið úteftir. Afturat leiðaranum eru tímalønt starvsfólk og tað eru altíð tvey starvsfólk til arbeiðis samstundis.
Løn og setan
Miðað verður eftir at starvið verður sett frá 18. august 2025, ella skjótast tilber eftir hetta. Talan er um hálvtíðarstarv við møguleika fyri fleiri tímum. Starvið fevnir bæði um dag- og kvøldarbeiði. Lønin verður sett sambært avvarðandi sáttmála.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini, hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn og upplýsingar
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum skal sendast til starv@vestmanna.fo. Viðmerk Staðið.
Umsóknarfreistin er týsdagin 22. juli. 2025 kl. 12.00.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju Haldansen, forkvinnu í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu, á telefon 522253 ella í telduposti anja@vestmanna.fo







