Í morgin, hósdagin 5. mars, er seinasta freist at søkja um upptøku á veljaralistanum hjá teimum, sum eru stødd uttanlands.
Treytirnar fyri at sleppa á veljaralistan eru, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásettur á fólkayvirlitinum í minsta lagi fimm ár tilsamans.
Harafturat skal tú heldur ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn átta ár.
Umsókninar um upptøku á veljaralistanum skulu avgreiðast á Vanganum. Leinkja til Vangan.
Skal kommunan hava tíð at viðgera umsóknina, er týdningarmikið, at hon er innsend í góðari tíð. Tað vil siga nakað áðrenn afturlatingartíð, sum er kl. 15.







