Fýra av námsfrøðingunum á dagstovnaøkinum í Vestmanna fingu í gjár prógv sum vegleiðari í rørslumenning. Hetta er samstundis fyrstu námsfrøðingar hjá Vestmanna kommunu, ið hava nomið hesa útbúgving.
Ein vegleiðari í rørslumenning arbeiðir við at menna kropsliga rørslulagið og sansaførleikarnar hjá børnum. Arbeitt verður m.a. við spæli, venjingum og sansastimuli, ið stuðlar undir grov- og fínmotorikkin.
Tað er týdningarmikið at hava hesar førleikar á dagstovnaøkinum, so serliga børn, sum hava tað trupult við rørslulagnum, kunnu verða sædd beinaveg, og harvið hava betri fortreytir fyri einum sunnum og virknum gerandisdegi.
Tær, ið fingu prógv sum vegleiðari í rørslumening eru Steinbjarta M. Dam, Guðrið Poulsen, Bjørg Hofgaard Nielsen og Elin Pedersen. Á myndini er eisini Morten Hust, dagstovnaleiðari.







