Jan Haldansen, hevur stovnað fyritøkuna Explore Vestmanna by nature. Endamálið við nýggju fyritøkuni er at útleiga kajakkir v.m..
Ætlanin er at skipa fyri royndartúrum fyri bygdarfólkinum longu í vár.
Jan sigur, at økið við Jonh’sa handil er so sera væl egnað til kajakkvirksemi, tí har er sandur og nemt at koma í kajakkirnar. Har er heldur ikki so djúpt, so tey sum skulu byrja at rógva kajakk trygt og gott kunnu læra seg inni í hylinum.
Kommunan hevur gjørt tveir leigusáttmálar við Jan Haldansen á matr. nr. 187d. Annar er ein leigusáttmáli um leigu av neysti í styttri tíðarskeið, so viksemið kann byrja. Hin leigusáttmálin er ein langtíðarsáttmáli um leigu av neystagrund til at byggja neyst til kajakkvirksemið
Jan greiður frá, at ætlanin er at byggja upp eina veiting til ferðafólk í miðstaðnum og skapa lív aftur í økið, sum kann byggjast út so við og við.
“Vit vilja verða við til at skapa nakað annað, her í økinum og ein møguleika fyri øll sum búgva her og vitjandi. Vit hava nógvar ferðafólka møguleikar, og er hetta ein møguleiki fyri øll” sigur Jan Haldansen.