Av tí at fyrispurningar eru komnir inn um tíðarfreistina at lata inn tilboð inn til bústaðarverkætlanina, er avgerð tikin um at útseta tíðarfreistina at lata tilboð inn til eftir páskir. Nýggja freistin er mikudagin 8. apríl kl. 12.
Talan er um eitt øki, sum er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið fyrr stóð.
Tey, sum bjóða inn, skulu koma við sínum uppskoti um, hvussu byggingin kann skipast, men kravið er, at tað verða bygdir bústaðir, sum eru á einum prísstøði, sum er møguligur at fáa fígging til í Vestmanna. Harafturat skal atlit takast til fólk við rørslutarni.
Kommunan hevur eisini treytað sær, at burðardyggar orkuskipanir verða brúktar.
Økið liggur í einum friðarligum umhvørvi niðri við sjógv og við fríum og góðum útsýni út á fjørðin.
Nærri kunning um søluna og krøv til bústaðarverkætlanina síggjast her.







