Flaggdagsrøðan hjá Sólvit Nolsø í Vestmanna 2026
Eitt merki er tekin og eitt eyðkenni. ”Merkið” er okkara eyðkenni. Tað sigur frá, at vit eru eitt fólk við felags máli, eini mentan og eini søgu.
Fleiri søgur knýta seg at Merkinum. Serliga søgan um fyrstu sluppina, sum flaggaði við Merkinum, er kend her á staðnum. Tað var longu í 1923, og skipari var vestmenningurin Óla Jákup í Skálum umborð á sluppuni Neptun. At tað júst var ein vestmenningur, sum gekk á odda, eigur ikki koma óvart á nakran, tí vestmenningar hava verið undangongufólk í heila tikið. Bæði í ítrótti, mentan, útbygging av undirstøðukervinum og ikki minst innan kvinnurørsluna, tí síðan 1989 hava fýra av seks borgarstjórum verið kvinnur.
**
Síðan eg kom til Vestmannar, eri eg spurdur nakrar ferðir, um eg nú eri blivin vestmenningur, men veruleikin er, at tað havi eg altíð verið. Olduromma- og abbi mín vóru Anna Sofía Olesen og Hans Simonsen. Hon var av Rógvu og hann úr Toftum. Tey bæði vóru omma og abbi abba mín á Sandi, sum eg eiti eftir. Kanska tí havi eg frá byrjan kent meg hoyma, síðan eg kom norður her.
**
Eg nevndi abban á Sandi. Hann skrivaði nógv og altíð við hond. Í afturliti, ið hann var byrjaður at skriva, men ikki bleiv liðugur við, var fyrsta reglan hendan: Eg eiti Simon Sólvit Sigurstein Simonsen, og heimstaður mín er Sand. Tað eri eg takksamur og glaður yvir.
Abbin ivaðist ikki í, hvør hann var. Hann æt Sólvit. Hann var heimasandsmaður og helt við B71. Í heila tikið var lítil ivi fyrr, hvat ein føroyingur var, tí fólkið í Føroyum var stórt sæð meinlíkt.
Føroyska samfelagið er samansettari, fjølbroyttari og meira fjøltáttað í dag. Helst fløktari eisini. Tí er tað truplari at lýsa ein serstakan føroyskan samleika í dag.
Fyri 40 árum síðan vóru 99 prosent av fólkinum í Føroyum norðurlendingar. Í dag er talið lækkað við næstan 10 prosentstigum. Fleiri føroyingar í dag, eru ikki føddir í Føroyum.
Fyri 30 árum síðan búði triði hvør føroyingur í høvuðsstaðarøkinum. Í dag er talið næstan 40 prosent. Bygdirnar og bygdafólkið myndað ikki longur føroyska samfelagið í sama mun sum fyrr. Tíverri havi eg hug at siga, tí tá eg vaks upp í Dali itu grannahúsini hjá mær í Dali Klæmintsstova, Runan og Rennan. Í dag eita tey Dalsvegur 20, Dalsvegur 16 og Áargøta 10. Alt var ikki betur fyrr, men tað gamla bygdasliga var eitt sindur meira sjarmerandi.
**
Føroyski samleikin og føroysku virðini hava verið alment kjakevni seinastu tíðina, síðan kjak um útlendska tilflyting tók seg upp. Kjakið fór tó skjótt frá at snúgva seg um tilflyting og ódemokratiskar hugsjónir, til at vera um útlendingar í heila tikið. Og orðini vóru ikki spard: ”Hetta pakkið skal ikki koma hendaveg.” – var ikki óvanligt at lesa.
Virðiskjak eru trupul og enda oftast á glíðibreytini. Kjakið um tilflyting er eitt neyðugt kjak, men tá tað fer at líkjast fremmandahatri- ella ótta eru vit á vandakós, tí øgiliga nógvir føroyingar hava útlendska ætt heilt tætt at sær. Verbalu missilirnar eftir útlendingum kunnu eisini gera føroyingar í Føroyum fremmandar, og tað hevur ein óhepnan søguligan líkskap, sum vit ikki minnast gott aftur á.
Vit skulu ikki samanbera tíðina undir krígnum við okkara dagar. Vit skulu heldur ikki tveita heitir eftir hvørjum øðrum, sum stava frá krígnum. Vit hava eitt frælst samfelag í dag, men tað frælsi er hartvunnið og skal haldast við líka, tí einki stendur av sær sjálvum. Tí kunnu vit taka orðini hjá týska prestinum Martin Niemöller til okkum, sum hann skrivaði, tá hann kom úr aftur týskari fangalegu í 1945. Hann hevði sæð nógvar skipaðar atsóknir eftir fólki, sum vóru mett at vera ”skeiv”. Eg endurgevi ikki alt, sum hann skrivaði, men ein samandrátt: Mótmælir tú ikki, tá tey koma eftir hinum, er eingin eftir at mótmæla, tá tey koma eftir tær.
Áminningin frá Paulusi í brævinum til tey í Kolosse um altíð at hava dámliga talu og at umgangast í vísdómi, er verd at minnast til.
**
Eyguni skulu tó vera opin, tí vit hava eisini havt okkara trupulleikar av útlendingum, sum ikki virða okkum. Mótarbeiðir okkurt okkara frælsum, skal tað steðgast. Vandin er eyðsýndur aðra staðni, og vit eiga at læra av øðrum.
Tað besta vit kunnu gera, er áhaldandi at vísa á alt tað góða í Føroyum, og alt tað góða við at búgva í Føroyum. Tey eru eisini fleiri, sum hvønn dag seta seg sjálvi til síðis og gera júst tað. Tey, sum læra tilflytarar føroyskt og um føroyska mentan. Tey, sum skriva bøkur, leikir og yrkja. Tey, sum taka ábyrgd í andaligum, verðsligum, ítróttarligum og mentanarligum høpi. Innsatsurin hjá fólki liggur ikki eftir, og vit eiga at takka teimum.
**
Men tøk eru eftir at taka. At vit tosa okkara egna mál, er eingin sjálvfylgja. Málið er eisini avgerandi, skulu við varðveita okkara serstaka samleika. Eisini útlendingar, sum vilja gerast føroyingar, skulu læra føroyskt. Tá kunnu tey veruliga gerast samfelagsborgarar. Tað er hjálp til sjálvhjálp, tí tá geva vit teimum røttu amboðini og møguleikarnar at geva sítt íkast til felagsskapin. Tey amboðini skulu vit geva teimum.
Serliga enskt ger innrás, men hoyggið er tungt at dragsa, tí næstan alt á netinum er enskt. Tað er tó eisini ein dygd at duga væl enskt, tí skulu vit klára okkum í einum størri høpi, eru málførleikar ein fortreyt.
Eitt dømi upp á júst tað, er tá abbin og teir vóru í Grimsby í fimmtiárunum og landaðu eina ísfiskalast. Ein skopuningur skuldi keypa dóttrini ein jakka, og teir fóru inn í ein handil, har teir høvdu sæð ein jakka. Skopuningurin rópti á handilskvinnuna, togaði í ermuna á jakkanum og endurtók fleiri ferðir setningin: yes yes, dis von. Hann dugdi ikki at siga meira enn tað. Kvinnan var týðiliga ørkymlað og stardi bara eftir honum. Einki bar til. Hon kleiv ikki í tvey. Tómhentir fóru teir út aftur. Ikki fyrr enn teir komu út aftur varnaðust teir, at teir vóru í einum reinsaríi og ikki einum handli.
Førleikar í enskum høvdu komi teimum væl við tá, eins og teir koma okkum væl við í dag. Førleikarnir at kunna seg seta seg inn í tað ókenda eru ein dygd.
**
Óla Jákup í Skálum og hini, sum stríddust fyri viðurkenningini av Merkinum, ivaðust ikki í at velja Føroyar. Andin er tó ikki hini sami longur millum okkum øll. Nýggi løgmaður okkara hevur sagt, at politiska skipanin skal ”skapa bestu fortreytir fyri, at føroyingar velja Føroyar”.
At søkja sær eydnuna aðra staðni, er lætt í dag. Í sær sjálvum er tað ikki ein trupulleiki at ung fólk flyta av landinum í eitt nú lestrarørindum, men at fimti hvør í hvørjum árgangi ikki kemur aftur til Føroya, er ein stórur trupulleiki.
Orsøkirnar til fráflytingina eru samansettar. Summi fáa útlendskar makar. Nøkur fáa góð størv. Búskaparkreppur hava stóra ávirkan á fráflyting og dalandi tilflyting. Eitt ávíst samanfall er eisini millum fráflyting og gongdina í bústaðarprísum.
At halda, at vit klára at steðga ungdómi í at flyta, er ein fyrigyklan. Fleiri flyta tí tey vilja royna okkurt annað. Fyri summi er Føroyar ov lítið og ov heimligt. Vit mugu tó fara av álvara inn í kappingina um at fáa fólkini aftur, tí vit missa fimta hvønn føroying til onnur lond.
Dýrabærasta tilfeingi vit hava er fólkið. Tey ungu skulu einaferð taka yvir og reka samfelagið. Tá mugu tey ikki mangla. Ein stórur óloystur knútur er tó enn, og tað eru bústaðarmøguleikar. Eiragarður skal umbyggjast til 45 lestraríbúðir, sum er gott, men kanska skuldu vit hugsa enn størri, tí ein hevur rokna út, at í framleiðsluvirði missa vit møguliga 8-9 milliardir krónur, tá 20 prosent av føroyingunum ikki framleiða til føroyska búskapin, men til ein útlendskan.
Emil í Króki, langabbi mín, og tríggir aðrir heimasandsmenn fóru til Kanada í 1925 at fiska við einum enskan trolara. 27 apríl í 1927, tvey ár seinni, komu teir aftur. Abbin skrivar at tá betalti pápin húsini kontant. Tá bleyv æran sett í at spara sær upp til tak yvir høvdið, og tað var skomm at skylda pengar.
Tíðirnar eru nógv broyttar síðan 1927. Livimátin- og støðið eru broytt nógv í tey 99 árini, sum eru liðin. Fólk liva øðrvísi, og myndugleikar spæla ein størri leiklut í lívinum hjá fólki í dag frá vøggu til grøv. Eisini tá fólk skulu hava okkurt at búgva í. Veruleikin er, at fáa fólk ikki tak yvir høvdið, er skjótt hjá teimum at flyta. Barnatalið steðgar eisini upp tá, tí fólk uttan bústað frávelja oftari børn. Tey dragna eisini í andanum, tí hugurin og viljin at klára seg sjálvan minkar, tá mann ikki hevur sítt egna at forsvara. Samstundis síggja tey bústaðarleysu, at summi leggja fleiri bústaðir undir seg, tí pengar mugu ikki liggja stillir, men altíð arbeiða. Bústaðartrupulleikin er ikki bara neyðugur at loysa, men tað ein skylda at loysa hann.
**
Eingin kann tó taka avgerðir fyri onnur. Vit kunnu skapa rammurnar, men um mann rúmast innanfyri tær, veit bara tann einstaki. Mann finnur altíð eina orsøk at fara úr Føroyum, um mann veruliga vil.
Tá vit høvdu búð í Onglandi í fimm ár, høvdu vit ongar ætlanir um at koma aftur til Føroya. Vit høvdu fingið okkara fyrsta barn tá, og tað var bíligari at búgva í Onglandi. Røturnar vóru farnar at festast í Onglandi. Í einum av okkara seinastu samrøðum saman, spurdi abbin meg um júst hetta. Hann vildi hava at vita, nær vit ætlaðu okkum heim aftur. Eg svaraði honum, at vit møguliga ikki komu aftur. Grundgevingin var hon, sum eg skrivaði omanfyri.
Stutta og greiða formaningin frá abbanum var:
Tú kann ikki búgva í einum fremmandum landi, tí tað er bíligari at keypa ein pakka av sukurmolum.
Orsøkin at frávelja Føroyar skuldi vera betur enn bíligari gerandisvørur. Eg skilti boðskapin. Føroyar eru so nógv meira enn tað. Føroyar eru foreldur, ommur, abbar og vinfólk. Føroyar eru álitið á hvønn annan. Tað eru fólkini, sum heilsa upp á teg, hóast tey ikki kenna teg. Føroyar eru nýggja progressiva tónleikamentanin, men eisini tað gamla sum til dømis at fáa frí tá fjalldagar og grindaboð eru. Føroyar eru summarkvøldini og regndagarnir. Føroyar eru alt tað, sum hava myndað og alt upp mínar eginleikar, mensku og sál. Tað var TAÐ, vit frávaldu, um vit ikki fluttu heim aftur. Ikki prísin á einum sukurmolupakka.
Takk fyri og góðan flaggdag øll somul.







