Í morgin byrjar nýggja skúlaárið og tað merkir, at nógv børn aftur vera at síggja á veg í og úr skúla.
Millum teir áleið 180 næmingarnar í Vestmanna skúla, eru nøkur børn, sum fara í skúla á fyrsta sinni. Tey eru tí óroynd í nógvu ferðsluni um morgnarnar og kunnu vera gáloysin.
Vestmanna kommuna vil hervið heita á allar bilførarar at koyra varliga og at ansa serliga væl eftir teimum minstu børnunum.
Kommunan hevur í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd hongt skeltir upp á lyktapelar, fyri at minna bilførarar á at vísa ansni.
Nøkur góð ferðsluráð eru á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd til til foreldur at børnum, sum fara í skúla fyri fyrstu ferð. Tey kunnu lesast her.
Vestmanna kommuna ynskir øllum eitt gott skúlaár!






