Nógv fleiri børn, yvir hundrað á kvøldskúlaskeiði og hundraðtals hondbóltsdystir – Vestmanna í tølum og rákum.
Hvørt ár savna vit ymisk hagtøl saman um kommununa. Hagtøl kunnu ljóða turr, men tølini siga í veruleikanum søgur um gerandisdagin, felagsskapin og tær smáu og stóru hendingar, sum mynda okkara lokalsamfelag.
Eftir at bert átta børn vórðu fødd í Vestmanna í 2024, vaks talið aftur í 2025, tá ið 20 børn vórðu fødd.
Tað fegnast vit um í Vestmanna kommunu og gleða okkum at taka ímóti nýggju vestmenningunum, tá tey byrja á dagstovni.
Høgur aldur
Ein borgari fylti 100 ár í 2025 og eru tað nú tvær kvinnur, sum eru hundrað ár ella eldri. 23 borgarar eru yvir 90 ár, har tríggir eru 99 ár, so helst verður onkur rundur føðingardagur aftur í ár. Hetta vitnar bæði um eitt langt lív, men eisini um at fólk í Vestmanna trívast og eru røsk og treisk.
1. januar 2026 búðu 1.261 fólk í Vestmanna, ið eru 11 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið tað búðu 1.250 fólk í kommununi. 317 teirra eru yngri enn 18 ár.
Onnur tøl
Hyggja vit nærri at gerandisbarometrinum fyri 2025, vísa tølini millum annað, at:
437 hondbóltsdystir vórðu avgreiddir í ítróttahøllini, 1.297 ferðir varð ein bók útlænt á bókasavninum, yvir 1.200 rundstykkir vórðu etin til morgunmatin á Vestmannadøgunum, 24 konsertir vóru á skránni, ein sjónleikur varð framførdur og 142 fólk meldaðu seg til eitt kvøldskúlaskeið farna árið.
Tølini broytast frá ári til ár, men felags fyri tey øll er, at tey saman tekna eina mynd av einari kommunu í rørslu – við rúmi fyri teimum minstu, teimum elstu og øllum teimum mitt ímillum.







