Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt við at gera nýggja heimasíðu til Vestmanna Kommunu. Nú er komið á mál og nýggja heimasíðan er løgd út alment.
Arbeitt hevur serliga verið við at dagføra sniðið á heimasíðuni og gera bygnaðin einfaldan, so at hon eisini egnar seg til teldlar og snildfonir.
Við nýggju heimasíðuni leggja vit okkum eftir at veita eina góða tænastu við øllum neyðugum upplýsingum um viðurskifti og virksemi í Vestmanna Kommunu.
Vónandi verður tikið væl ímóti nýggju heimasíðuni.