Vestmanna Bygdarráð avgjørdi týskvøldið 25. august 2020 endaligt at avlýsa Vestmannadagarnar 2020. Orsøkin er smittuvandin í samband við koronu-farsóttina.
Vestmannadagarnir hava verið fyriskipaðir síðani 2013, og undirtøkan øll árini hevur verið sera góð. Tað er tí sera harmiligt at muga taka hesa avgerð, men vit meta tað ikki vera rætt at skipa fyri tiltøkum gjøgnum eina heila viku, sum savna sera nógv fólk.
Tey, sum hava keypt atgongumerki til konsertina Rokkur í Vestmanna, fáa peningin afturgoldnan í komandi viku.