“Øldir brutu yvir fjarðasand,
Fossá kveikti ljós í Føroya land,
tín máltráður um fjøll, bar boð í hvørja høll,
nýggjar tíðir yvir Vestmanna”
(Kvøða til Vestmanna. Orð og lag: Martin Joensen)
Í fagra veðrinum í gjár tann. 12. September var avdúkingin av Standmyndini av Ólavi á Heygum (1866-1923). Við Fossá í baksýni, hyggur Ólavur á Heygum nú eftir nógva el- orku virkseminum hjá SEV, inni við Fossá í Vestmanna, sum hann var undangongumaður fyri.
Nógv fólk vóru savnaði í gjár, tá ið standmyndin eftir Hans Paula Olsen varð avdúkað. Tað er Standmyndanevndin, sum hevur tikið stig til standmyndina. Í nevndini eru Bjarni Heinesen, Bárður á Steig Nielsen og Jóanes fonsdal.
Bjarni Heinesen bjóðaði vælkomin vegna nevndina, síðan greiddi Bjørn á Heygum frá um abba sín, áðrenn standmyndin varð avdúkað av verdóttir Ólavi á Heygum, Miu á Heygum.
Hans Pauli Olsen greiddi okkum frá um tankarnir handan verkið, m.a. steinarnir báðu megin við Ólav ímynda oyggjar, sum Ólavur royndi at knýta saman við telefonlinjunum, sum hann var forsprákari fyri og fór undir at seta upp, áðrenn onnur dugdu at síggja nyttuna í teimum. Linjurnar í steinunum ímynda telefonlinjur eins væl og el-linjur.
Vegna SEV greiddi Hákun Djurhuus, stjóri, okkum frá um hvønn avgerandi týdning Ólavur á Heygum hevur havt fyri at vit hava el-orku í Føroyum í dag. Í samband við dagin hevði SEV ein gongutúr við frásøgufólki niðan til byrgingina hjá Ólavi á Heygum, og opið hús var á Fossáverkinum og bygningunum rundan um.
Vegna Føroya Tele lat Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele, Vestmanna kommununi nøkur gomul skjøl, harímillum var kekkur frá Føroya Amtskommune til Ólavi á Heygum, dagfestur 12. November 1906, áljóðandi 21 krónur og 60 oyru fyri leiðu av 72 telefonpelum í eitt ár. Somuleiðis segði hann: “Vit síggja Ólav á Heygum sum okkara stovnara. Hansara framskygni er partur av okkara virðisgrundarlagi í dag, tí hann, saman við øllum okkara undangongufólkum, hevur givið okkum fótaspor at ganga í.”
Økið til standmyndina skuldi gerast klárt, og hesum tók Vestmanna Kommuna sær av. Høgni Kastalag frá Fuglark hevur teknað økið, Johnny Joensen evnaði tað til, Jóni Durhuus stoypti fundamentið, Fríða Djúrhuus legði flísarnar, Elnet við Poul Erik Johannesen og hansara monnum hava havt el-arbeiðið um hendi, og kommunumenninir hava koyrt tilfar til og hampa rundan um. Vestmanna kommuna takkar fyri val úr hondum greitt arbeiði.
Vestmanna kommuna takkar so hjartaliga fyri vakra prýðið, standmyndanevndini hevur latið okkum.
Myndir eftir Andrei Vladut Antal
Hans Pauli Olsen. Mynd: SEV
Myndir: Vestmanna Kommuna