Gleð teg til fyrstu vikuna í september, tí tá vera árligu Vestmannadagarnir.
Byrjað verður mikudagin 3. september og endað verður sunnudagin 7. september.
Nógv gott verður á skránni og til allar aldursbólkar og áhugamál.
Siðvandu tiltøkini vera sjálvsagt aftur í ár, millum annað felags morgunmaturin og laksurin um kvøldið, men eisini vera fleiri nýggj og spennandi tiltøk.
Leygarkvøldið er stóra tónleikakvøldið, har tað eitt nú verður felagssangur og konsertir við ymsum bólkum. Skráin verður almenn síðst í august.
Vit gleða okkum til eina viku á tremur við undirhaldi, samveru, hugna, látri og góðum minnum.
Um tú vilt í skránna, kanst tú seta teg í samband við Vestmanna kommunu.







