Situr tú inni við einum góðum hugskoti til Vestmannadagar, so hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna.
Vestmannadagar 2024 verða í døgunum 5. til 8. septembur. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at Vestmannadagar eru savnandi, og at tiltøk verða í bygduni.
Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði, at koma við sínum ískoyti til Vestmannadagar. Øll hugskot eru vælkomin, einans hugflogið setur mørk.
Vit kunnu nevna, at Vestmannadagar verða býttir upp eins í 2023 – fríggjadagurin verður Inni á Fjørð, og leygardagurin verður úti í bygdini.
Kommunan samskipar dagarnar og ger faldara í samband við Vestmannadagar, ið verður borin í hvørt hús í kommununi.
So sita tit inni við einum góðum hugskoti, sum tit ynskja at fáa við í skránna, eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við Fríðu Jóinsdóttir Joensen, mentanar- og ferðavinnumennara, á tlf. 770108 ella frida@vestmanna.fo, í seinasta lagi 19. juli 2024
Tað er ikki neyðugt, at tit hava allar smálutir uppá pláss longu nú, men gott at vita, um tit ætla at skipa fyri onkrum.
Við vón um, at vit saman skapa nakrar spennandi Vestmannadagar 2024.