Orsakað av, at korona-smittan nú av álvara hevur tikið seg uppaftur kring landið, hevur Vestmanna Kommuna avgjørt at seta ymisk tiltøk í verk til tess at fyribyrgja smittu av korona-virus.
Dagstovnaøkið
Eftir ætlan skuldi dagstovnaøkið hjá Vestmanna Kommunu lata uppaftur í komandi viku – mánadagin 10. august.
Fyri at gera okkara fyri at basa smittuni er avgerð tikin um, at dagstovnaøkið ikki letur upp sum ætlað nú mánadagin. Stongt verður fyribils fram til 17. august.
Neyðansing
Dagstovnaøkið má tó hava opið í neyðugum vavi fyri børn, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Her er talan um m.a. heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur.
Hesi foreldur mugu venda sær til Kommunuskrivstovuna á vestmanna@vestmanna.fo
við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Upplýsast skal, hvørjar dagar ansing ynskist, og nær barnið møtir og verður heintað.
Børnini skulu ikki møta, fyrr enn loyvi er givið.
Eru spurningar annars, kann ringjast til Eyðbjørg Hansen, varaleiðara, tlf. 770 144 ella til Vestmanna Kommunu, tlf. 770 100 ella tlf. 770 109.
Heitt verður inniliga á øll foreldur um at hava børnini heima.
Kommunuskrivstovan
Kommunuskrivstovan er stongd fyribils fram til 17. august.
Til ber at ringja tlf. 770 100 ella at skriva til vestmanna@vestmanna.fo
Havnarskrivstovan
Havnarskrivstovan er stongd fyribils fram til 17. august.
Til ber at ringja tlf. 770 120 ella at skriva til vh@vestmanna.fo
Ungdómshúsiđ Stađiđ
Stađiđ er stongt fyribils fram til 17. august.
Ítróttarhøllin, hølir annars
Einki virksemi verður í ítróttarhøllini og ongi hølir hjá Vestmanna Kommunu verða útleigað fyribils fram til 17. august.
Undirhúsið
Einki virksemi verður í Undirhúsinum fyribils fram til 17. august.
Skilagátt
Skilagátt er opið sum vant. Heitt verður tó á fólk um at gera skjótt av, tá ið tey eru við burturkasti.
Vestmanna Kommuna