Nú er at seta sær dagin av.
Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fimm ymisk støð leygarkvøldið 29. apríl 2023 leggja pall til fimm sera ymisk tónleikanøvn.
Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni.
Eins og undanfarðin ár verður nógvur góður og fjølbroyttur tónleikur á skrá.
Hvør bólkur/einstaklingur spælir tvær ferðir hálvan tíma, og vera konsertirnar forskotnar eitt sindur, so fólk kunnu vála millum konsertirnar.
Fyrsta konsertin byrjar kl. 20.00.
Skráin verður lýst seinni saman við atgongumerkjasøluni.