Nærvera og eitt hugnaligt prát hjálpa ímóti einsemi. Øll fáa gleði av góðari samveru – bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.
Tað eru ikki øll, sum hava ein stóra familju, og tí kunnu vera rættiliga einsamøll. Í Vestmanna skulu øll hava møguleika at hava eitt gott sosialt lív.
Vestmanna Kommuna fer nú undir nýtt átak í bygdini við vitjanarvinum. Ein vitjanarvinur er ein persónur, sum sjálvboðin bjóðar seg fram at vitja fólk, eina løtu, eina ferð um vikuna. Til ber at ganga ein túr, fáa eitt gott prát afturvið einum kaffimunni ella okkurt heilt triðja. Tað er ein vælgivin løta.
Um tú hevur hug at verða vitjanarvinur ella hevur hug at hava ein vitjanarvin, set teg so í samband við Sáru Jógvansdóttir á telefon 296615 ella send teldupost til sara@vestmanna.fo.