Altjóða verkafólkadagurin tann 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna hósdagin kl. 16. Hetta er ellinta ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum.
Røðarar hesaferð verða Ruth Boetius, forkvinna Havnar Arbeiðskvinnufelags, Jacob Eli Olsen, formaður Føroya Lærarafelags og Elisa Vang, stjórnmálafrøðingur og stand-up skemtari.
Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala, Tjóðsangin og einar tveir aftrat.
Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum yvirav torginum.
Øll eru vælkomin
Vestmanna Arbeiðarafelag
Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag
Norðstreymoyar Javnaðarfelag