1. mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna

Altjóða verkafólkadagurin tann 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna hósdagin kl. 16. Hetta er ellinta ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum. Røðarar hesaferð verða Ruth Boetius, forkvinna Havnar Arbeiðskvinnufelags, Jacob Eli Olsen, formaður Føroya Lærarafelags og Elisa Vang, stjórnmálafrøðingur og stand-up…