Valfundur í nærvarpinum

Kommunuvalið nærkast og níggju valevnir bjóða seg fram at stjórna bygdini næstu fýra árini. Eftir at hava ráðført seg við landsins myndugleikar, eru valevnini komin ásamt um, at tað ikki er ráðiligt at hava vanliga valfundin við áskoðarum. Valfundur verður tó, men á ein øðrvísi hátt. Valfundurin í ár verður í Nærvarpinum, á Stađn6m FM…

Orkuskipanir

Vestmanna Kommuna er farin undir at umleggja orkuskipanirnar í bygningum hjá kommununi. Heilsumiðstøðin fekk jarðhitaskipan, tá hon varð bygd fyri nøkrum árum síðani, og í samband við uppíbygging í kommunuskrivstovuna, varð orkuskipanin broytt til jarðhitaskipan. Í heilsumiðstøðini var einki at samanlíkna við, men tá nú orkiskipanin í kommunuskrivstovuni fyrr í ár varð broytt frá oljufýrdari…

Turkihúsið

Mint verður á, at Í næstum verður farið undir at taka Turkihúsið niður – helst um hálvan november. Tey, sum eiga lutir í Turkihúsinum, verða biðin um at beina hesar burtur, áðrenn arbeiðið byrjar. Annars verða lutirnir beindir burtur saman við húsinum. Húsið stendur opið, so tað slepst inn eftir møguligum lutum.