Vestmanna Kommuna er farin undir at umleggja orkuskipanirnar í bygningum hjá kommununi. Heilsumiðstøðin fekk jarðhitaskipan, tá hon varð bygd fyri nøkrum árum síðani, og í samband við uppíbygging í kommunuskrivstovuna, varð orkuskipanin broytt til jarðhitaskipan.
Í heilsumiðstøðini var einki at samanlíkna við, men tá nú orkiskipanin í kommunuskrivstovuni fyrr í ár varð broytt frá oljufýrdari skipan til jarðhitaskipan, fer, tá ein tíð er fráliðin, at bera til at síggja munin – spennandi verður at síggja.