Rørsluvikur aftur á skránni

So seta vit røslu aftur á breddan í Vestmanna.   TÝSDAGUR 22. JUNI 19.00 Heilsufótbóltur á skúlaplenuni MIKUDAGUR 23. JUNI 13.00-17.00 Ítróttahøllin er opin til frítt spæl. Minnið børnini á at fara væl um og at rudda upp eftir sær 17.00 Eldraguðstænasta við Mariu Summers Nolsøe 18.00-21.00 Badminton og borðtennis í ítróttahøllini. Ketjarar og batt…

Nýtt integrasjónstilboð á Útlendingastovuni

(For English, please read below) At flyta til eitt nýtt land kann vera spennandi og læruríkt, men eisini til tíðir avbjóðandi. Tað er heldur ikki altíð lætt at vita, hvønn ein skal venda sær til fyri at fáa ráð og vegleiðing. Á heimasíðuni Integratión (integration.fo/newcomers) finnur tú meira kunning um ymisk evni, sum kunnu vera…

Dagstovnaøkið stongt vegna verkfall

Frá mánadegnum 14. juni eru Gjáarlon, Látipípan og Frítíðarstovan stongd, orsakað av at Føroya Pedagogfelag hevur lýst verkfall fyri allar limir, ið starvast á dagstovnaøkinum. Mánadagin 14. juni millum kl. 15 og 17 verður latið upp í bygningunum, so foreldur kunnu heinta klæðir v.m., sum tey ikki fingu viđ heim fríggjadagin.

Skrá til bygdarráðsfundin 16.06.2021

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 16. juni 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Mál 31 Tilmæli frá Teknisku nevnd um innkomin mótmæli ímóti broyting av byggisamtyktini. J.nr. 102002-3-2021 Mál 32 Umsókn frá Paula T. Petersen og Barbaru Brattaberg um sundurbýti av matr. nr. 77 J.nr. 104002-4-2021 Mál 33 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um avtalu millum Vestmanna…

Morten verður nýggjur leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna

Vestmanna Bygdarráð hevur sett Morten Hust Petersen í starvið sum leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna. Morten Hust Petersen er 46-ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur við ítrótti sum sergrein frá Námsfrøðiskúlanum í Esbjerg. Harafturat tekur hann diplomleiðaraútbúgvingina. Morten hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur, bæði við børnum við serligum tørvi, vøggustovu og barnagarðsbørnum umframt børnum í frítíðarskúla.…

Ársroknskapurin 2020 hjá Vestmanna Kommunu vísir eitt úrslit á 8,0 mió kr.

Á almennum fundi tann 31. mai 2021 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2020 einmælt samtyktur Vestmanna Kommuna brúkt minni, enn samlaði játtanarkarmurin tilskilaði. Raksturin var 5,0 mió. kr. minni enn ætlað, meðan løgurnar eru 1,7 mió. kr. minni enn ætlað. Samantalt viðførir hetta, at kommunan er 6,6 mió. kr. niðan fyri ætlanarkarmin, áðrenn inntøkur.…

Ung í arbeiði 2021

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar.   Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum…

Bygdarráðsfundurin framskundaður

Eftir ætlan skuldi bygdarráðsfundur vera mikukvøldið 2. juni 2021 kl. 19.00. Sagt verður frá, at vegna serligar umstøður er fundurin framskundaður, so at hann í staðin verður hildin í dag kl. 16.00. Mál 23 Tilmæli frá Teknisku nevnd um umsókn frá Dánjal Jákup Andreasen um umskipan uttangarðs ímillum ogn hansara matr. nr. 164a og matr.…

Felagssangur á Staðnum FM

Allan mai mánað skuldu vit hugna okkum saman við rørslutiltøkum av alskins slag. Eisini vóru hugnalig tónleikatiltøk á skránni. Men so tók ólukku Korona aftur dik á seg, so vit máttu avlýsa tiltøkini restina av mánaðinum. Tíbetur fær Korona ikki steðga øllum, tí vit eiga jú kreativ fólk og harafturat eisini Staðið FM. So vit…

Korona – tiltøk avlýst

Nú koronasmittan ger um seg aftur, og smitta eisini er staðfest í Vestmanna, er avgjørt at avlýsa øll almenn tiltøk hesa vikuna. Tvs. at tiltøkini í sambandi við Rørslureikanina eru avlýst og eisini verður Staðið stongt alla vikuna.