Fíggjarligt endurgjald til kommunur fyri jarðarlendi til grøna orku

Týsdagin 21. juni verður skipað fyri evnisdegi, um hvussu ognartøka av náttúru til grøna orku, kundi verið skipað. Stigtakari til orkutingið er ein áhugabólkur í Vestmanna saman við Vestmanna Kommunu. Í næstum er ætlanin at fara undir Føroya størstu orkuverkætlan nakrantíð, tá pumpuskipanin á Mýrunum í Vestmanna skal gerast. Hetta er eitt neyðugt stig á…

Flyting av minnisvarða til almenna hoyring

Uppskot um flyting av minnisvarða er við hesum sent til almenna hoyring. Gjørt verður vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til vestmanna@vestmanna.fo. Í november 2019 sendi kirkjuráðið kommununi fyrispurning um at taka støðu til uppskotið at flyta minnisvarðan. Í 2005 viðgjørdi bygdarráðið líknandi uppskot.…

Nú verður Fjalsvegur asfalteraður

Arbeiðið at gera nýggjan Fjalsveg er komið so mikið væl áleiðis, at tað verður byrjað at asfaltera í dag. Mett verður, at nýggi parturin av Fjalsvegi verður liðugur í vikuni. Nýggja strekkið er áleið 450 metrar. Harafturat er brúgv gjørd tvørturum Gjógvará. Síðan verður farið undir eldra partin av Fjalsvegi. Hann skal víðkast í støðum,…

Umskipan av gamla kirkjugarði til almenna hoyring

Uppskot um umskipan av gamla kirkjugarði er við hesum sent til almenna hoyring. Gjørt verður vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til vestmanna@vestmanna.fo. Almennur borgarafundur var hóskvøldið 2. juni 2022, har møguliga ætlanin varð løgd fram og har borgarar sluppu til orðanna. Skjótt verður…

Frá Staðnum – um at deila myndir

Um at deila myndir á netinum. Nú mikukvøldið 8. juni 2022 Kl 20:00 kemur Rannvá at fortelja frá hesum. Um hvussu nakrar myndir frá 2016 brádliga vóru deildar víðari. Staðið skrivar soleiðis: Rannvá Magnadóttir er ein av kvinnunum sum eru endaðar í sokallaðu “Golden Maps”, og var tann fyrsta at traðka fram alment í stríðnum…

Týning av skøru

Vestmanna Kommuna fer í næstum at halda áfram við at týna skøru. Í hesum sambandi verður heitt á íbúgvar í kommununi um at boða frá, hvar skøra er, soleiðis at týningin gerst so munadygg sum gjørligt. Boðast kann frá á tlf. 770100 ella 770122. Sí nærri kunning frá Umhvørvisstovuni um skøru her.