Skrá til bygdarráðsfundin 01.06.23

Almennur bygdarráðsfundur verður hósdagin 1. juni 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 187 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2022. J.nr. 32002-2-2023   Mál 188 Útbygging av kirkjugarðinum á Knúgvum. J.nr.: 431002-2-2023   Mál 189 Reglugerð fyri flogfenaðhald. J.nr.: 900002-1-2023   Mál 190 Umvæling av neystum niðanfyri John’sa…

Ung í arbeiði 2023

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 26. juni…

Borðspælshugni í Vestmanna

Tabletop Føroyar fer í næstum at skipa fyri borðspælshugna í Vestmanna, í tíðarskeiðnum 31. mai – 6. september. Hvørja líkaviku verður ókeypis borðspælstiltak, har til ber at royna seg í fleiri borðspølum, bæði kend og ókend. Um klassisk borðspøl ikki hava tín áhuga, so eru eisini onnur borðleikaspøl at finna, sum t.d. Magic the Gathering…

Starvsfólk til fríðkan

Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til fríðkanartoymið hjá Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu.   Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: fríðkan av gøtum og ørðum kommunalum økjum gróðurseting og sláing av almennum økjum annað fyrifallandi Umsøkjarin kemur partvís at arbeiða sjálvstøðugt og skal tí duga at leggja sín egna arbeiðsdag til rættis.  …

Janus, Fróði og veltan

Janus úr Dímun og Fróði Skúvadal – sum so hugagóðir settu eplir niður í góðveðrinum í gjárkvøldi – fegnast um møguleikan, at kunna leiga jarðarstykki frá kommununi. “Hetta er eitt frálíkt hugskot” – Fróði Skúvadal   Vestmanna Kommuna bjóðaði í apríl 2022 lendið omanfyri Grótbrotið í Stóragerði til velting og aðra gróðurseting. Øll, sum tá…

Várkonsert í Vestmanna sunnudagin

Vestmanna Sangkór skipar fyri várkonsert í Vestmanna Kirkju. sunnudagin 14. mai 2023 kl. 18. Skráin til konsertina verður eitt fjølbroytt úrval av eldri og nýggjum føroyskum kórverkum.   Vestmanna kommuna stuðlar konsertini   Vestmanna Sangkór skrivar soleiðis: Nú Vestmanna Sangkór er um at vera klárt til at fara eina konsertferð til Tallinn í Estlandi á…

BRIM skipa fyri stuðulskonsert 6. mai

Brim skipa fyri stuðulskonsert 6. mai í samband við konsertferð til Onglands. Vestmanna Kommuna stuðlar tiltakinum.   Brim skriva soleiðis: Meet the puffins!! fer aftur til Liverpool at framføra á International Beatleweek 2023. Í fjør fingu vit tann heiður at gerast fyrsti føroyski bólkurin, sum spældi á hesum ótrúliga festivali, og fyriskipararnir vóru sera væl…