Gott nýggjár

Vestmanna kommuna ynskir øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjár, við tøkk fyri brátt farna árið.   Sum vant príða blikkamennirnir bygdina við blikkum og kl. 23:30 skjýtur ein áhugafelagsskapur fýrverk á kaiøkinum við Havnaskrivstovuna, har tað sæst væl úr allari bygdini.   Vestmanna kommuna stuðlar báðum tiltøkunum.

Kommunuskrivstovan um jólini

Vestmanna kommuna ynskir viðskiftafólki og vestmenningum nær og fjar, eini góð og hugnalig jól, og eitt eydnuríkt nýggjár. Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá fríggjadegnum 22. desembur 2023. Opið verður aftur mikudagin 3. januar 2024 kl 09:00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna um jarðarferð ella trupulleikar við vatnveitingini, vegir, kloakk o.tl. kanst…

Skilagátt – Upplatingartíðir um jólini

Skilagátt hevur vanligar upplatingartíðir til og við 23. desembur 2023   Skilagátt er opið soleiðis um jólini: Mikudagin 27. desembur kl. 16:00 – 18:00 Hósdagin 28. desember kl. 16:00 – 18:00 Fríggjadagin 29. desember kl. 16:00 – 18:00 Leygardagin 30. desembur kl. 14:00 – 17:00   Opið er aftur sum vant frá 2. januar 2023.

Reglugerð fyri flogfenaðhald

Vestmanna bygdarráð hevur á fundi 24. november 2023 samtykt reglugerð fyri flogfenaðhald, har endamálið við reglugerðini er at tryggja, at flogfenaðhald ikki er til ampa fyri grannar og onnur. Umhvørvisstovan hevur tann 6. desembur 2023 góð­kent reglugerðina. Reglugerðin verður sett í gildi tann 01. januar 2024, við heimild í §§ 26 og 32 í kunngerð…

Broytingar í byggisamtyktini – almenn framløga

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt at gera hesar broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu: víðkan av sethúsaøki á matr. nr. 189b Matr. nr. 189b – galdandi…