Rørslureikan 2023

Rørslumánaðurin varð skotin í gongd í gjár við yoga og flogbólti, og heldur fram við tiltøkum allan mai. Tað er Sára Jógvansdóttir ið stendur fyri Rørslureikan. Vestmanna Kommuna stuðlar átakinum við kørmum og mentanarstuðli. Rørslureikan er eitt heilsuátak fyri øll. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, sum stuðla undir heilsuna hjá borgarum í Vestmanna.…

Væleydnað Válan í Vestmanna 2023

Válan í Vestmanna er nú farin afturum. Fimm ymisk støð vóru leygarkvøldið pallar til fimm sera ymisk tónleikanøvn. MC Restorff, Marianna Winter, Eyðun Nolsøe, Marius Ziska og Vágaverk. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, í Disvoy, á Staðnum og í Silkienni.   Takk fyri hesaferð.   Myndir síggjast her

Lastbilakoyring á Leitisvegi

Sev skal gera tappilúku í byrgingina í Heygadali. Arbeiðsvegur skal gerast í byrgingini. Í hesum sambandi skal grót koyrast til arbeiðsvegin. Koyrt verður við lastbilum eftir ovari vegi og Leitisvegi. Byrja verður mánamorgunin 1. mai. Koyrt verður gerandisdagar, frá kl. 8:00 til kl. 16:00, í umleið trýggjar vikur.

Magna E. Mørkøre, Marita Rasmussen og Øssur Winthereig røða 1. mai í Vestmanna

Mánadagin kl. 16 verður 1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna. Røðarar verða tey trý, Øssur Winthereig, Magna Eliana Mørkøre og Marita Rasmussen. Øssur er journalistur. Hann hevur verið næstformaður í Starvsmannafelagnum og í Miðlafólkafelagnum og var tíðindaleiðari í sjónvarpinum. Seinastu árini hevur hann mest arbeitt sum fríyrkisjournalistur. Magna er sjúkrarøktarfrøðingur á eldraøkinum í VEKS…

Flaggdagsrøðan 2023

Hóast veðrið argaði eitt sindur við vátaslettingi, vóru nógv fólk samankomin uttanfyri miðhøllina, og har var bæði hugnaligt og gott lag á fólki. Sanna Bæk Hoydal framførdi nøkur vælljómandi løg, Dánial Hoydal helt røðu, og vit sungu felagssang. Rakul Nielsen og Bjørg Patursson stóðu fyri Flaggdagsrenning, VÍF hevði kaffisølu og 1. flokkur ùr Miđnám skipađi…

Flaggdagsrenningin 2023

Til ber at tekna seg til renningina við at senda eini boð til Rakul Nielsen ella Bjørg Patursson umvegis messenger, ella á tlf.nr. 724 651 ella 219 099. Viðmerk hvønn tein tú skalt renna og hvønn bólk tú skalt í. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 24. apríl, kl. 12:00 Vestmanna kommuna bjóðar frukt…

Náttin er ung í Vestmanna 21. apríl

Í annaðkvød verða nógv ung at síggja í Vestmanna. Tiltakið sum SSP- bólkurin í VEKS skipar fyri, er bæði rúsdrekka- og rúsevnisfrítt. Eitt tiltak har tey ungu hava møguleika at hugna sær og savna góð minni saman. Á skránni er hugni, livetónleikur, spurnakapping o.a.   Tiltakið er eitt tilboð til næmingar í 7. og 8.…

Skrá til bygdarráðsfundin 27.04.23

Almennur bygdarráðsfundur verður hósdagin 27. apríl 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 179 Broyting av byggisamtyktini ísmb. við umsókn um loyvi til íbúðarbygging á matr.nr. 249f J.nr.: 200002-8-2021   Mál 180 Umsókn frá Bátastevnunevndini um stuðul til Bátastevnuna 2023. J.nr.: 2000002-19-2023   Mál 181 Eykajáttan til at…