Bindiskeið á bókasavninum

Sára Mrdalo frá fyritøkuni Navia hevur bindiskeið í bókasavninum 20. mars 2023 kl. 20:00 Vit fara at binda ymsar strukturar og holmynstur.   At hava við: ermastokkar nr. 4 áleið hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir. saks eitthvørt at skriva við   Øll sum koma á skeiðið fáa eina Navia bindibók, uppskriftir og…

Staðið spælir føroyskt

Í sambandi við Spæl føroyskt vikuna sum KVF og Tónleikasambandið standa fyri, verður konsert á Staðnum nú hóskvøldið. Tey flestu kenna kanska Jasmin Mote aftur frá bólkinum JASMIN ella nýggja artistprojektinum Jazzygold. Hóskvøldið 9. mars kemur hon til Vestmanna at spæla eina konsert og spreiða kreativitetin út til tey ungu. Hon kemur at upptraðka sum…

Tímaløntir avloysarar til dagstovnaøkið

Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað stingur seg upp. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla…

Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út

Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út til íbúðarbygging, gistingarhús-bygging og/ella til handilsvirksemi. Tit, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við neyðugum tekningum, tíðarætlan og við lýsing av, hvat ætlanin er at brúka ein komandi bygning á økinum til.   Tilboðið skal innihalda: • greiða lýsing av verkætlanini við neyðugum tekningum (vekting…

Frítíðaravloysarar summarið 2023 – VEKS

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2023 Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar: Sjúkrarøktarfrøðingar Heilsurøktarar Heilsuhjálparar Køks- og vaskifólk   Starvsøkið Røktarheimið á Mørkini og økið úti á Streymoynni við Sundalagið Korndalsbýlið og økið úti á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv Heimið á Grønanesi og økið úti í…

Hevur tú eitt hugskot?

SØK UM MENTANARSTUÐUL Vestmanna kommuna setir á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul. Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, ið ríka og menna mentanarlívið í kommununi. Fíggjarnevndin kann stuðla við peningaupphædd, upp til 10.000 kr., til mentanarlig endamál, um mett verður, at hetta er gagnligt og/ella áhugavert fyri Vestmanna kommunu og…