Heilsufótbóltur 60+

Eftir heystfrítíðina verður byrjað at spæla heilsufótbólt í Vestmanna. Petra Eystberg er fyriskipari. Heilsufótbóltur er fyri kvinnur og menn 60 ár og eldri, øll kunnu vera við. Roynd, sum óroynd. Vant verður tvær ferð um vikuna í 12 vikur. Møguleiki er fyri at fáa gjørt eina heilsukanning við fyrstu og seinastu venjing.   Byrjað verður…

Kvøldskúlin 2023/2024

Hósdagin 5.oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar týsdagin 10. oktober, kl. 12:00.

Miðstaðarøkið verður asfalterað

Parkeringsøkið á Bakkavegi frá Staðnum út til kaibrekkuna niðanfyri Sýslumanshúsini verður asfalterað í næstum. Sum fyrireiking er arbeiðstakari byrjaður at seta upp vegbrunnar við ristum fram við garðinum niðanfyri økið og at leggja rør til frárenningarnar frá brunnunum. Arbeiðið kemur at ávirka parkeringina. Heitt verður á fólk um at vera ansin og ikki parkera ov…

Fólkaheilsukanningin 2023

Hvussu hevur tú tað? Soleiðis spyr Fólkaheilsustýrið 8.000 tilvildarliga valdar føroyingar, sum nýliga hava fingið innbjóðing á Vangan um at luttaka í fólkaheilsukanning.   Talan er um spurnakanning um heilsu, trivnað og lívsstíl. Spurt verður um likamliga og sálarliga heilsu, svøvn, vekt, vanar, óvanar, sjúkur, heilivág og annað.   Málið er at fáa til vega…