Søkt verður eftir leiðandi húsavørði

Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði til kommunalar bygningar at byrja 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu. Vestmanna kommuna er í stórari menning. Hetta merkir, at tað er alsamt størri tørvur á, at ognirnar verða viðlíkahildnar. Kommunan vil tí menna sína egnu rakstrar- og viðlíkahaldsdeild. Leiðandi húsavørðurin kemur saman við teknisku deild at hava…

Tímaløntir avloysarar til dagstovnaøkið

Kom við umborð og verð partur av einum aktivum toymi á Føroya einasta ítróttardagstovni. Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til dagstovnaøkið í Vestmanna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali men um avloysarar, um sjúka ella annað stingur seg upp. Vit søkja eftir avloysarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur,…

Rottangatøming í Vestmanna

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í komandi viku at tøma rottangar í Vestmanna. Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð. Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí…

Kaðalbrek á Niðara Vegi

Fipur til Heimið boða frá, at tað tíverri er komið kaðalbrek á internet- og telefonveitingarnar í samband við arbeiðið á Niðara Vegi. Kaðalbrek er á veitingunum frá Niðara Vegi 1 til 25. Veitingarnar verða umvældar í morgin, hósdagin 22. februar.

Ferðavinnukvøld um heimablídni og landbúnaðarferðavinnu

Vaksandi áhugin millum føroyingar og ferðandi fyri náttúruupplivingum og tí føroyska tilfeinginum, letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin.   6. mars skipar Vestmanna kommuna fyri forvitnisligum fyrilestrum, um hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðvinnuuppliving.   Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands fer at greiða frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum.…

Skrá til bygdarráðsfundin 21.02.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 21. februar 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnum hurðum:   Mál 259 Eykajáttan til arbeiðir sum vóru flutt til 2024. Seyðahús hjá Fjalshaga (j. nr. 8201002-4-2020) og Fiskastykkið (j. nr. 509062-1-2020)   Mál 260 Umraðfesting og eykajáttan til keyp av gravimaskinu. J.nr.: 8311002-1-2024   Mál 261…