Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 24. apríl 2024 kl 10:00. Møtt verður á Hallarvegi 16, frammanfyri Ítróttarhøllina í Vestmanna. Til viðgerðar: Umsókn frá RÁD, Rágevandi Verkfrøðingum vegna Vestmanna kommunu um loyvi at byggja skúlabygningarnar báðumegin Gjógvará saman við nýggjum bygningi yvir um ánna.   Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi,…

Tjóðleikhúsið vælkomið til Vestmannar

Vestmanna kommuna bjóðar Mentamálaráðnum at byggja Tjóðleikhúsið í Vestmanna og hevur eitt øki á 10.000 fermetrar tókt Inni á Fjørð, sum bæði rúmar sjálvum bygninginum og góðum parkeringsmøguleikum í nærumhvørvinum.   Tjóðleikhúsið hevði ligið tætt við, har tunnilin fer at koma inn í bygdina, og hevði bygningurin tikið seg væl út í avbera vakra umhvørvinum…

Akfør uttan nummarspjaldur

Nú síggjast aftur akfør uttan nummarspjaldur runt um í bygdini. Vestmanna Kommuna heitir hervið á eigararnar um alt fyri eitt at beina akførini burtur. Er hetta ikki gjørt í seinasta lagi leygardagin 27. apríl 2024, verður heitt á løgregluna um at beina akførini burtur fyri eigarans rokning.

Skrá til bygdarráðsfundin 17.04.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 17. apríl 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnum hurðum:   Mál 273 Ynski frá Dagstovnaøkinum um broyting av nøvnum/heitum J.nr.: 20052-1-2024   Mál 274 Umraðfesting av játtan til økið rundanum matr.nr. 187d J.nr.: 30102-1-2023   Mál 275 Umsókn um stuðul – Bátastevnan 2024 J.nr.: 2000002-9-2024…

Vit kanna brandpostarnar í kvøld

Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið kannar brandpostarnar aftaná klokkan 19:00 í kvøld. Vit skulu gera vart við, at vatntrýstið kann gerast óstøðugt og vatnið skitið meðan átakið er í gongd. Av tí at brandpostarnir verða skolaðir ígjøgnum, kann skón loysast úr rørunum, sum ger vatnið skitið. Um hetta skuldi hent fyri tykkum, læt vatnið renna, til…