Partur av bygdini mist vatnið

Nýtslan av vatnið hevur verið væl hægri hesar køldu kavadagar, enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar. Hóast vatninntøkan er á einum støði, sum vanliga er nøktandi, so megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn tað fer út, og tí ávirkar tað nú ovasta part av bygdini, sum…

Skúlabørn skreiða

Skúlabørnini í Vestmanna skúla saman við lærarum fara at skreiða í morgin, fríggjadag 10. januar, á ovara parti á Fjallsvegi. Tey skreiða og stuttleika sær frá klokkan 9:45 til 11:00. Bjóðað verður fransbreyð og heitt kakao. Vegurin verður stongdur fyri gjøgnumkoyring hetta tíðarskeiðið.