Nýtslan av vatnið hevur verið væl hægri hesar køldu kavadagar, enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar. Hóast vatninntøkan er á einum støði, sum vanliga er nøktandi, so megnar framleiðslan ikki at fylgja við.
Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn tað fer út, og tí ávirkar tað nú ovasta part av bygdini, sum hevur mist vatnið.
Kommunan arbeiðir við trupulleikanum og heitir samstundis á fólk um ikki brúka meira vatn enn hægst neyðugt.