Høllin er opin

Nú skúlin er stongdur vegna skeiðsvirksemi og skúlabørn hava frí, er ítróttahøllin opin til frítt spæl frá middegi og fram til kl. 15.00, tá hondbóltvenjing er á skránni. Skúli, Miðnám, frítíðarskúli og dagstovnar brúka vanliga høllina gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi hjá VÍF, tað vil siga venjingar og kappingar til kl. 22.00 og…

Aliringar á vágni

Næstu dagarnar fer Hiddenfjord at arbeiða upp á aliringar út fyri kappróðrarneystinum. Nógv hava varnast, at tveir stórir aliringar liggja á vágni í morgun. Hetta eru aliringar, sum verða umvældir og ringarnir hava hvørki net ella laks í. Tá ið arbeiðið er liðugt, verða ringarnir fluttir út á opnan sjógv til aling undir vágalandinum. Eru…

VEKS 10 ár – almenn kvøldseta á Grønanesi

Hósdagin 23. januar kl. 20.00 verður almenn kvøldseta á Grønanesi, í samband við at VEKS er 10 ár.   Skrá: 20.00   Vælkomin – Sára Jógvansdóttir, forkvinna í stýrinum fyri VEKS 20.05    VEKS – nýggja leiðin. Páll á Reynatúgvu, stjóri 20.15   Kórið hjá Magna Christiansen syngur tveir sangir. 20.30   Felagssangur. 20.45   Magni Mohr, professari. Framløga um…

Eyka bygdarráðsfundur 22.01.2025

Eyka bygdarráðsfundur verður mikudagin 22. januar 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum     Mál 4 Val av limum og umboðum J.nr.: 22042-2-2024   Mál 5 Heimild at undirskriva skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. J.nr.: 15152-1-2025   Mál 6 Stýrisskipan fyri Vestmanna Bygdarráð J.nr.: 1002-1-2025  …

Bygdarráðsnevndirnar hava skipað seg

Bygdarráðsnevndirnar hava á fundum í vikuni skipað seg soleiðis:   Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, er forkvinna í fíggjarnevndini Hinir limirnir eru: Símin Jákup Højsted og Karl A. Olsen.   Símin Jákup Højsted er formaður í teknisku nevnd Hinir limirnir eru: Pauli Magnussen og Janus Atli Jensen.   Anja Haldansen er forkvinna í mentanarnevndini Hinir limirnir eru:…

Partur av bygdini missir vatnið

Roknast kann við, at ovasti partur av bygdini fer at missa vatnið aftur í kvøld. Goymslurnar við vatni eru minkaðar nógv seinastu dagarnar, nú kavi hevur ligið. Vatnnýtslan hevur verið væl hægri enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar, og tí megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn…