Kom við umborð
- verð partur av einum virknum toymi á føroya einasta ítróttadagstovni
Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað kemur fyri.
Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu. Somuleiðis er tað ein fyrimunur um tær dámar at arbeiða við rørslu.
Talan er um:
- Tímar millum kl. 11-17 í Kongskjallaranum, sum er eitt frítíðartilboð fyri børn frá 1. til 3. flokk.
- Tímar millum kl. 6.45-17 í Gjáarlon, sum er í vøggustovu ella í barnagarði (0-6 ár).
- Tímar millum kl. 6.45-17 í Látipípuni (5-7 ár).
Starvið sum avloysari kann samskipast við lestri ella øðrum starvi.
Hvørji eru vit?
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 35 eldhugaðir starvsfelagar, ið allir koma við sínum íkasti til eitt virkið og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Dagstovnaøkið húsast í trimum hølum, ið hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm, atgongd til høll, svimjihøll, grøn øki og bálsmáttur. Eisini eru vit nógv úti í náttúruni.
Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.
Meira fæst at vita
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðara á telefon 770 130 og teldupost morten@vestmanna.fo
Starvstøka skjótast gjørligt
Hevur tú hug at søkja starvið, skalt tú senda ein teldupost til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”avloysari”
Í teldupostinum skalt tú siga eitt sindur um teg sjálva/n, arbeiðsroyndir, nær tú kanst byrja og hvørjar dagar tú kanst arbeiða sum avloysari.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. februar 2025.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Samrøður verða hildnar leypandi.