Vestmanna kommuna sóknast eftir dugnaligum reingerðarfólki til dagstovnin Gjáarlon at arbeiða 3,5 tímar um dagin millum kl. 17:00 – 21:00.
Arbeiðsuppgávur:
Starvið inniber alla dagliga reingerð av pørtum av dagstovninum.
Nærri kunning um dagliga virksemi í Gjáarlon fæst her: Barnaansing
Persónligir eginleikar:
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
- Røkin og arbeiðsom/samur
- Fleksibul og tolir broytingar
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett frá 1. mai 2025, ella eftir nærri avtalu.
Talan er um tímalønt starv, sum verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, yvirtíð 1.
Meira fæst at vita:
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðara á telefon 770 130 og teldupost morten@vestmanna.fo
Umsókn og freist
Skrivlig umsókn saman við lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til starv@vestmanna.fo. Viðmerk “Reingerð í Gjáarlon”.
Umsóknir skulu vera Vestmanna kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. apríl 2025, klokkan 12:00.