Í meira enn 50 ár hava koparkaðalar verið grundarlagið undir telefonini og seinni internetinum í Vestmanna, men nú eru koparkaðalarnir farnir í søguna. Alt samskiftiskervið er nú skift út við fipurnet, ið eru evaraska smáir ljósleiðarar, ið geva væl skjótari ferð og meira álítandi samband. Tað er FT NET, ið hevur staðið fyri arbeiðinum.
Tøkniliga samskiftiðskervið millum bygdir og oyggjar, byrjaði tó í Vestmanna fyri 121 árum síðan.
Fyrsta telefonlinja í 1905
Tað var í Vestmanna, at tað á fyrsta sinni var skipað fyri, at fáa eitt telefonsamband í lag. Sum við so nógvum øðrum frambrotum í Føroyum, var tað Ólavur á Heygum, ið slóðaði fyri. Í 1901 sendi hann eitt skriv til Føroya løgting, um at lata eina telefonlinju byggja úr Vestmanna til Havnar, og seinni eisini um at seta á stovn eitt telefonverk. Tað var ikki semja um hetta í løgtinginum, tí fleiri løgtingsmenn ræddust hesa nýggju tøknina, sum vestmenningar vildu hava til landið, men fýra ár seinni fekk Ólavur á Heygum loyvi at seta upp eina telefonlinju við knútapunktum og telefonum í fimm ymsum støðum.

Tað var Samson Højgaard, ið sæst á myndini niðanfyri, ið rak telefonstøðina í Vestmanna. Oftani legðist so nógvur kavi, at arbeiðsfólkini rukku upp at umvæla linjuna.


Í 1975 tóku koparkaðalar yvir telefonlinjurnar. Tá var eitt stórt kaðalarbeiði um alla bygdina, har kaðalar vórðu grivnir niður og inn í næstan hvørt hús.

Menningin frá teimum fyrstu telefonroyndunum í Vestmanna í 1905 til dagsins nútímans fipurnet vísir, hvussu tøknin støðugt hevur flutt mørkini fyri samskifti í Føroyum. Vestmanna hevur verið ein undangongubygd á hesum øki við dirvi og framskygni. Skiftið frá koparneti til fipurnet er enn eitt stig fram á leið, sum tryggjar skjótari og álítandi samband til framtíðar tørv.







