Freistin at brævatkvøða til fólkatingsvalið er leygardagin 21. mars og IKKI mánadagin 23. mars sum fyrr kunngjørt. Tí mugu øll, sum ætla sær at brævatkvøða til fólkatingsvalið, hava avgreitt tað á kommunuskrivstovuni í seinasta lagi fríggjadagin 20. mars kl. 15.
Freistin at brævatkvøða til løgtingsvalið er óbroytt. Har kann brævatkvøðast til og við mikudagin 25. mars kl. 15.







