Freistin at brævatkvøða til fólkatingsvalið er leygardagin

Freistin at brævatkvøða til fólkatingsvalið er leygardagin 21. mars og IKKI mánadagin 23. mars sum fyrr kunngjørt. Tí mugu øll, sum ætla sær at brævatkvøða til fólkatingsvalið, hava avgreitt tað á kommunuskrivstovuni í seinasta lagi fríggjadagin 20. mars kl. 15. Freistin at brævatkvøða til løgtingsvalið er óbroytt. Har kann brævatkvøðast til og við mikudagin 25. mars kl. 15.

Kommunulæknaavloysari í læknaviðtaluni

Ein nýggjur kommunulæknaavloysari starvast í læknaviðtaluni í Vestmanna frá mánadegnum 16. mars til og við fríggjadagin 17. apríl. Tað er Jacoba Hansen, ið røkir viðtaluna hesar vikurnar. Sum kommunan áður hevur kunnað um, er Gunnhild Helmsdal, ið hevur verið kommunulækni í Vestmanna seinastu átta árini, tíverri givin í starvinum. Til Heilsutrygd hevur funnið ein annan…