Ein nýggjur kommunulæknaavloysari starvast í læknaviðtaluni í Vestmanna frá mánadegnum 16. mars til og við fríggjadagin 17. apríl.
Tað er Jacoba Hansen, ið røkir viðtaluna hesar vikurnar.
Sum kommunan áður hevur kunnað um, er Gunnhild Helmsdal, ið hevur verið kommunulækni í Vestmanna seinastu átta árini, tíverri givin í starvinum. Til Heilsutrygd hevur funnið ein annan fastan kommunulækna til økið, vera skiftandi kommunulæknaavloysarar í læknaviðtaluni.







