Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum.
Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.
Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.
Hvussu skal fýrverk beinast burtur?
Fýrverk verður beint burtur á rættan hátt við at lata tað inn til eitt mannað endurnýtslupláss, har tað verður heintað av IRF. Upplatingartíðir hjá Skilagátt eru her.
Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið.
Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.