Karamellugøtan, sum hon verður rópt, verður nú grivin upp og nýtt lag og asfalt verður lagt á.
Ferðslan av gongufólki er nógv eftir gøtuni, sum er millum Toftaveg og Hallarveg, og serliga nú allir skúlaflokkar húsast í nýggja skúla.
Arbeiðið er farið í gongd, rekkverkið er málað og maskina er byrjað at taka gamla tilfarið upp.
Hesa vikuna og inn í næstu viku, verður tí eingum gjøgnumgongd eftir karamellugøtuni. Heitt verður á børn og gongufólk annars, um at brúka gøtuna fram við Gjógvará ella við Geilina.







