Kom við umborð og verð partur av einum aktivum toymi á Føroya einasta ítróttardagstovni.
Søkt verður eftir trimum starvsfólkum til dagstovnaøkið í Vestmanna at byrja 01.09.23 ella skjótast gjørligt.
- Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í fast starv í Frítíðarstovuni 20-25 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í staðin í tíðaravmarkað starv.
- Søkt verður eftir tveimum námsfrøðiligum stuðlum í tiðaravmarkað starv á 20 tímar um vikuna, frá 01.09.23 til 22.12.23 – ella skjótast tilber.
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum 6:45 og 17:00 (11-17 í Frítíðarstovuni).
Um okkum:
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 35 eldhugaðir starvsfelagir, ið allir koma við sínum íkasti til eitt
aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Dagstovnaøkið húsast í trimum hølum, ið hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm,
atgongd til fimleikahøll, svimjihøll, grønt øki og bál-smáttur. Eisini eru vit nógv úti í náttúruni.
Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.
Vit bjóða:
- Góða starvsfólka normering
- Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp
- Ein virknan gerandisdag har námsfrøðiligur ítróttur er í miðdepilinum.
- Tætt samstarv millum starvsfólk og leiðslu.
Førleikar:
- Tú ert virkisfús/ur og fakliga væl fyri.
- Tú brennur fyri útilívi, rørslu og at arbeiða víð námsfrøðligum ítrótti.
- Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn
og starvsfelagar. - Tú ert sjálvstøðug/ur, álítandi og hevur gott yvirlit.
- Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.
Tað er ein fyrimunur, at tú:
- Dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu.
- Hevur royndir við námsfrøðiligum ítrótti.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn
umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130 ella teldupost
morten@vestmanna.fo
Umsókn saman við CV skal sendast til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”DAGSTOVN”
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. august 2023.
Samrøður verða hildnar leypandi.