Vestmanna Kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólkið til dagstovnin Látipípuna at arbeiða tveir tímar hvønn gerandisdag, í dagtímunum.
Starvið inniber alla dagliga reingerð av dagstovninum.
Tú kanst lesa meira um Látipípuna her.
Førleikakrøv
Vit vænta, at umsøkjarin:
- Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.
- Er álítandi og ágrýtin.
- Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur, at arbeiða sjálvstøðugt.
- Er røkin og sær hvar tørvurin er.
- Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett 6. mars 2023 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um tímalønt starv, sum er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Rúnu Ingunardóttir, kommunuskrivara, á tlf. 770 102.
Umsóknin skal sendast til
Skrivlig umsókn saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til: starv@vestmanna.fo.
Freistin at søkja
Umsóknir skulu vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. februar 2023, klokkan 12:00.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.